Uttanlands

Í dag er tjóðartingsval í Norðurkorea

Bert eitt valevni er á listanum í hvørjum valdømi, og øll eru tvungin at fara á val

Mynd: DR

Mynd: DR

2019-03-10 13:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag hevur tjóðartingsval verið í Norðurkorea, sum er eitt av teimum mest afturlætnu londunum í heiminum.

Í Norðurkorea er tjóðartingsval fimta hvørt ár, men tað er nakað øðrvísi enn í Føroyum, tí talan er ikki um eitt frítt val.

Í landinum eru 687 valdømi, og bert eitt valevni er á listanum í hvørjum valdømi, og øll valevnini eru skotin upp av einari serligari valnevnd, og síðani skal tað góðkennast av myndugleikunum í Pyongyang.

Í Norðurkorea hava øll eisini skyldu til at fara á val, og tí er valluttøkan altíð nær við 100 prosent. Øll, ið hava valrætt, fáa ein atkvøðuseðil sendandi við einum valevni á, og tað er bert, um ein ikki ynskir at atkvøða fyri viðkomandi, at ein krossur skal setast, skrivar DR.

Seinast val var, fyri fimm árum síðani, var valluttøkan 99,97 prosent. Bert fólk, sum arbeiða uttanlands ella sigla úti sleppa undan at fara á val.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder