Uttanlands

Í dag fara fólk í Moskva aftur at mótmæla

Eisini væntar mann fleiri mótmælistiltøk í øðrum russiskum býum

Maður handtikin av løgregluni undir einum mótmælistiltaki seinasta vikuskifti (Mynd: EPA)

Maður handtikin av løgregluni undir einum mótmælistiltaki seinasta vikuskifti (Mynd: EPA)

2019-08-10 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftur í dag fyllast gøturnar í russiska høvuðsstaðnum, Moskva, við mótmælisfólkum.

Seinastu vikurnar eru fleiri túsund fólk vorðin handtikin í sambandi við mótmælistiltøkunum, og sambært DR er løgreglan nú byrjað at brúka maskur fyri, at mann ikki skal kenna tey aftur.

Mótmælini byrjaðu av álvara um miðjan juli.

Orsøkin var, at valnevndin hevði noktað 57 valevnum hjá andstøðuni at stilla upp til lokalvalið í Moskva. 

Almenna grundgevingin var, et valevnini ikki høvdu savnað inn nógv nógvar veljaraundirskriftir fyri at kunna stilla upp.

Í Moskva skal ein hava uml. 5000 undirskriftir fyri at fáa rætt til at stilla up, alt eftir hvørjum øki mann stillar upp í.

Andstøðuvalevnini hava savnað inn nóg nógvar undirskriftir, men valnevndin hevur vrakað fleiri av teimum.

Andstøðuvalevnini og stuðulsfólk teirra síggja hetta sum eina roynd at forða teimum í at luttaka á býráðsvalinum í Moskva, og onnur valevni aðrastaðni í landinum hava eisini fingið boð um, at tey ikki sleppa at stilla upp til lokalvalið, sum skal vera 8. september.

Síðan fyrsta mótmælið hava stuðulsfólk hjá andstøðuni verið úti á gøtunum hvønn leygardag.

Fyrstu ferð varð mótmælistiltakið góðkent av russisku myndugleikunum. Men seinastu tvey vikuskiftini hava fólk ikki fingið loyvi at mótmæla, og hetta var orsøkin til, at nógv fólk vórðu handtikin, tá tey gjørdu av at mótmæla kortini.

Bæði ST, ES og stýrini í Fraklandi og Týsklandi eru komin við atfinningum móti handfaringina av mótmælisfólkunum.

Mótmælið í dag er tó góðkent av býráðnum í Moskva, við tí treyt, at mótmælisfólkini halda seg innanfyri eitt ávíst øki. Mótmælistiltakið skal eftir ætlan vara til klokkan trý seinnapartin føroyska tíð, men andstøðan hevur heitt á fólk um at halda fram úti á gøtunum aftaná.

Fólk úr øðrum russiskum býum eru eisini byrjaði at mótmæla fyri at sýna samhuga við fólkini í Moskva. Mótmælast skal eftir ætlan í fleiri russiskum býum í dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder