2022-05-06 09:50

Nú klokkan tíggju byrjar tingfundurin, sum eftir ætlan verður tann seinasti í hesari tingsetuni.
Hetta merkir, at um einki óvanligt stingur seg upp, verður hetta seinastu ferð, at tingið kemur saman fyri ólavsøku.
10 mál eru á skránni í dag – sjey 3. viðgerðir, tríggjar 2. viðgerðir, umframt framløga.
Talan er m.a. um hesi uppskot:
- Uppskot um avmarkandi tiltøk í sambandi við atgerðir móti Ukraina
- Uppskot um at innrætta víðkaða partin av kjallaranum í H-bygninginum á Landssjúkrahúsinum til parkering, goymslu og reingerð, umframt til goymslutorn og vegleiðing í H-bygninginum
- Uppskot um heimild at fíggja Koltursætlanina
Skráin fyri dagsins tingfund sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald