2021-10-08 08:10

Einki flogfar fekk í gjár sett seg á Vága Floghavn í gjár orsakað av nógvu tokuni. Alt varð útsett til í dag, og nú sær út til at ganga betri.
Sambært heimasíðuni hjá Vága Floghavn hevur flogfarið hjá Atlantsflog úr Billund sett seg um hálvgun átta tíðina, og hvørja løtu fer eitt flogfar hjá tjóðarflogfelagnum á flog við kós móti skotska høvuðsstaðnum Edinburgh.
Umframt danska uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, sum skal vitja Jenis av Rana, uttanríkismálaráðharra, fekk eysturríkska landsliðið ikki lent eins og U21-landsliðið hjá Norðurmakedónia, sum spældi í Klaksvík í gjár, ikki slapp avstað.
Hesi flogfør verða avgreitt í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald