Í dag hittast russiski forsetin, Vladimir Putin, og hvítarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko. Fundurin verður í russiska býnum Sotji.
Seinastu fimm vikuskiftini hava stórar mótmælisgongur verið í hvítarussiska høvuðsstaðnum Minsk, og er tað millum annað støðan í Hvítarusslandi, sum verður umrøtt í dag.
Á skránni er eisini orku- og handilssamstarv.
Hvítarussiska innlendismálaráðið upplýsir, sambært Ritzau, at 774 mótmælisfólk vórðu handtikin sunnudagin, harav 500 í Minsk, har uml. 100.000 mótmældu.
Mótmælisfólkini hava kravt, at Lukasjenko, sum hevur sitið við valdið síðan 1994, leggur frá sær, og viðurkenna tey ikki úrslitið av forsetavalinum í august, har Lukasjenko skuldi havt fingið 80 prosent av atkvøðunum. Sagt verður, at talan er um valsvik.
Eisini krevja mótmælisfólkini, at andstøðupolitikarin, Maria Kolesnikova, verður leyslatin. Hon varð handtikin í vikuni, tá hon noktaði at fara úr landinum og skræddi passið hjá sær sundur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald