Í dag fáa bretar kanska nýggjan forsætisráðharra.
Nú Boris Johnson hevur boðað frá, at hann ikki stillar uppaftur til konservativa formansvalið eru tað bert fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin, Rishi Sunak og Penny Mordaunt, forkvinnan í undirhúsinum, ið skulu kappast um at gerast nýggjur floks- og stjórnarleiðari.
Freistin hjá valevnunum at tryggja sær stuðul frá 100 konservativum tjóðartingslimum er klokkan tvey seinnapartin, og hesum kom Rishi Sunak longu á mál við leygardagin, meðan Penny Mordaunt hevur tryggjað sær stuðul frá eini 30 tinglimum, skrivar The Guardian. Stuðlar hjá Mordaunt siga tó við bretskar miðlar, at hon hevur stuðul frá munandi fleiri tinglimum enn hetta.
Í morgun varð boðað frá, at Rishi Sunak hevur tryggjað sær stuðul frá í minsta lagi 165 tinglimum.
Eydnast tað ikki Penny Mordaunt at tryggja sær neyðuga stuðulin, verður valið avgjørt í dag, og Rishi Sunak gerst nýggjur forsætisráðharri. Og so verður hann triði forsætisráðharrin í sjey vikur.
Tað var fyrst í september, at Boris Johnson fór frá sum forsætisráðharri, og Liz Truss yvirtók embætið, men longu hálvanannan mánaða seinni legði eisini hon frá sær.
Á seinasta formansvali gjørdust Rishi Sunak og Penny Mordaunt ávikavíst nummar tvey og trý eftir Liz Truss.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald