
Í dag, mánadagin 1. mars, letur Fróðskaparsetur Føroya upp fyri umsóknum um lestrarpláss til næsta lestrarár, boðar Setrið frá á heimasíðuni.
– Vilt tú hvessa tær vitið og fíla lykilin til dreymastarvið, so er lestur á Fróðskaparsetrinum ein skilagóð leið at fara. Mánadagin verður latið upp fyri umsóknum um lestrarpláss til næsta lestrarár, og kovin er næstan á tremur við spennandi og viðkomandi útbúgvingum, skrivar Setrið.
Fróðskaparsetrið bjóðar út útbúgvingar á bæði bachelor- og masterstøði, eins og hjánám.
Søkjast kann inn eftir kvotu 1 fram til 1. juli á midnátt, og søkjast kann inn eftir kvotu 2 fram til 15. apríl. Freistin at søkja inn til bachelor í listarligum arbeiði eftir báðum kvotum er 1. juni.
Til ber at kunna seg meira um møguleikarnar her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald