Uttanlands

Í dag skulu fraklendingar á val

Valið er millum Macron og Le Pen, og mett verður, at nærum ein triðingur av veljarunum ikki fara á val

Valið stendur millum Emmanuel Macron og Marine Le Pen. Her sæst ein kvinna á veg at greiða atkvøðu (Mynd: EPA)

Valið stendur millum Emmanuel Macron og Marine Le Pen. Her sæst ein kvinna á veg at greiða atkvøðu (Mynd: EPA)

2022-04-24 15:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag skulu fraklendingar velja, hvør skal standa á odda fyri landinum komandi fimm árini. Frakland hevur 67,4 milliónir íbúgvar, og av teimum hava 48,7 milliónir valrætt.

Valið er millum tann liberala Emmanuel Macron, sum hevur verið forseti seinastu fimm árini, og høgravenda Marine Le Pen, og eftir ætlan lata valstøðini aftur klokkan sjey í kvøld okkara tíð, og tá plaga fronsku sjónvarpsrásirnar eisini at kunngera, hvør sambært veljarakanningum og fyribilsúrslitum sær út til at hava vunnið valið.

Sambært DR stendur sitandi forsetin seg best í veljarakanningunum, men Marine Le Pen, sum eisini stillaði upp í 2017 og 2012, klárar seg nógv betur nú, enn hon gjørdi fyri fimm árum síðani, og fleiri viðmerkjarar vilja vera við, at einki er avgjørt frammanundan.

Ein orsøk til hetta er m.a. ivasama valluttøkan. Klokkan 11 í dag høvdu bert 26,41 prosent av fraklendingunum, sum høvdu valrætt, verið og greitt atkvøðu, og so lág hevur valluttøkan ikki verið um hesa tíðina seinastu 20 árini.

Greiningarfyritøkur hava eisini mett, at millum 26 og 28 prosent av veljarunum fara at halda seg heima, umframt at nógv fara at atkvøða blankt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder