Uttanlands

Í dag verða suðurkoreanarar yngri

Higartil hevur mann í Suðurkorea mett, at børn eru ársgomul, tá tey verða fødd, og legst síðani eitt ár afturat aldrinum hvønn 1. januar, men so er ikki longur

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-06-28 15:33 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru allir suðurkorenarar blivnir eitt ella tvey ár yngri – í øllum førum løgfrøðiliga.

Frá í dag fer Suðurkorea nevniliga burtur frá siðbunda koreanska háttinum at rokna aldurin á fólki, og verður aldurin í staðin roknaður eins og í øðrum londum.

Higartil hevur mann í Suðurkorea annars mett, at børn eru ársgomul, tá tey verða fødd, og legst síðani eitt ár afturat aldrinum hvønn 1. januar.

Men sambært nýggjari lóg, sum nú er komin í gildi, verður "vanligi" hátturin at rokna aldurin á fólki nú brúktur í løgfrøðiligum og fyrisitingarligum sambandi. Tó verða nøkur undantøk, t.d. tá tað kemur til herskyldu ella skipan av skúlaflokkum eftir aldri.

Tað var í desember í fjør, at suðurkoreanska tingið samtykti nýggju lógina, og í september vísti ein kanning frá myndugleikunum eisini, at yvir 80 prosent av suðurkoreanarum tóku undir við at fara burtur frá at brúka fleiri mátar at rokna aldurin á fólki, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder