Uttanlands

Í dag verður jarðarferðin hjá fyrrverandi grikska konginum

Kongalig úr øllum Evropa eru í Athen í dag í sambandi við jarðarferðina hjá Konstantin – Talan verður tó ikki um eina statsjarðarferð

Kistan við fyrrverandi konginum kemur til kirkjuna í Athen, har almenningurin hevur havt høvi at síggja hana (Mynd: Ritzau)

Kistan við fyrrverandi konginum kemur til kirkjuna í Athen, har almenningurin hevur havt høvi at síggja hana (Mynd: Ritzau)

2023-01-16 08:14 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag verður jarðarferðin hjá Konstantin II, seinasta konginum í Grikkalandi, sum andaðist í farnu viku, 82 ára gamal, og kongalig úr øllum Evropa verða til staðar.

Millum gestirnar eru spanski Felipe kongur og Letizia drotning, fyrrverandi spanski kongurin Juan Carlos og drotningin, Sofia, sum er systir Konstantin.

Konstantin var giftur Anne-Marie, yngsta systir Margretu drotning, og umboð fyri danska kongshúsið eru Margreta drotning, Fríðrikur krúnprinsur, Joakim prinsur, og Benedikte prinsessa.

Umboð úr kongshúsunum í Noregi, Svøríki, Hollandi, Luksemborg, Monako og Stórabretlandi luttaka eisini.

Talan verður um eitt privat tiltak, tí grikski staturin hevur noktað at givið fyrrverandi konginum eina statsjarðarferð, skrivar DR:

Konstantin II var kongur av Grikkalandi frá mars 1964 til apríl 1967, har herurin framdi eitt kvett og tók valdið. Konstantin royndi at fremja eitt mótkvett, men tað miseydnaðist, og vórðu hann og konan tvungin at fara í útlegd.

Eftir at fólkaræðið í Grikkalandi varð endurstovnað, varð við fólkaatkvøðu í 1974 avgjørt at avtaka kongshúsið, og var tað tá, at tíðin hjá Konstantin kongi formliga kom at enda, og fyrst í hesari øldini slapp hann aftur at búseta seg í Grikkalandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder