
Í dag vitjar Margretha drotning á Toftum, Nesi og Strondum.
Byrjað verður í morgun við gudstænastu í Fríðrikskirkjuni, og endað verður á Strondum, har drotningin m.a. skal vitja Sjóvar kirkju. Men eisini fer drotningin framvið Eysturoyartunilin at hyggja at rundkoyringini hjá Tróndi Patursson.
Í sambandi við drotningavitjanina verður eisini boðað frá, at tunnilin verður stongdur fyri ferðslu kl. 12.45 seinnapartin og uml. ein tíma fram, sigur løgreglan. Hetta so tey m.a. kunnu kanna tunnilin, áðrenn drotningin kemur.
Hetta er seinasti heili dagurin hjá drotningini í Føroyum. Tað einasta, sum er á skránni hjá drotningini, áðrenn hon fer aftur til Danmarkar í morgin, er ein tíðindafundur kl. 10.30 í Havn.
Øll skráin hjá drotningini í dag sæst her:
Kl. 09.55
Komið verður til Fríðrikskirkjuna.
Við kirkjuna tekur Jógvan Fríðriksson biskupur ímóti.
Kl. 10.00
Gudstænasta
Fyri fráferð navnkennir biskupur Súna í Hjøllum borgarstjóra.
Kl. 11.20
Komið verður til Undirhúsið.
Róar Trúgvason í Hjøllum handar H. H. Drotningini blómutyssi.
Borgarstjórin navnkennir hjúnafelaga sín frú Engilbjørg Engelbrethsdóttur og bygdaráðið við hjúnafeløgum í hesum rað:
Heini S. Kristiansen varaborgarstjóri og frú Súsanna Kass Kristiansen Høgni Hansen og frú Ann Gaardbo Hansen
Elin á Torkilsheyggi og hr. Leivur á Torkilsheyggi
Jan Højgaard og frú May í Túni Højgaard
Petur Jákup (Dakko) Petersen og frú Jórun Petersen Rannvá í Túni Petersen og hr. Jan Petersen
Borgarstjórin navnkennir formannin í Undirhúsinum, Haldor Gaardbo, sum síðan navnkennir nevndina í Undirhúsinum í hesum rað:
Jákup Gøte, næstformaður
Alfred Olsen, skrivari
Poul Menning Petersen, tiltakslimur
Uttanfyri syngur kórið í Undirhúsinum. Aftaná fylgir formaðurin Haldor Gaardbo H. H. Drotningini inn.
Innanfyri sigur Alfred Olsen, nevndarlimur og fyrrverandi løgtingslimur, frá. Nevndin í Undirhúsinum er hjástødd. Í dagsins tilevni eru settar fram myndir frá vitjanini hjá Fríðriki kongi og Ingrid drotning á Toftum í 1949. H. H. Drotningin fær handað tvær gávur. Eina frá kommununi og eina frá Undirhúsinum.
Vitjanin endar við, at kórið syngur ein síðsta sang. Eftir tað handar næstelsti maður í Undirhúsinum, Mejnhardt Hansen, H. H. Drotningini blómutyssi. At enda verður felagssangurin ”Eitt troystarorð” sungin.
Kl. 12.20
Biskupur er vertur fyri miðmála.
Jógvan Fríðriksson biskupur og frú Maria Eiriksdóttir taka ímóti. Undir miðmálanum heldur biskupur røðu.
Kl. 13.40
Komið verður til rundkoyringina í tunlinum.
Bergur Poulsen, nevndarformaður, og stjórin í tunnilsfelagnum P/F Eystur- og Sandoyartunlar Teitur Samuelsen taka ímóti. Teitur Samuelsen greiðir frá tunlinum og navnkennir síðan listamannin Trónd Patursson, sum hevur gjørt installatiónina í tunlinum. Tróndur Patursson sigur frá listaverkinum.
Almenn móttøka á Strondum
Kl. 14.15
Komið verður til kirkjuna.
Artur Johansen borgarstjóri og frú Marjun Johansen taka ímóti. Nes Sóknar Musikkfelag spælir.
Alisa Fagradal Johansen handar H. H. Drotningini blómutyssi. Borgarstjórin navnkennir bygdaráðið í hesum rað:
Jóannes E. Markná, varaborgarstjóri Súni F. Olsen
Rógvi R. Djurhuus
Hans Anders Jacobsen
Steingrímur Jacobsen
Borgarstjórin heldur eina vælkomurøðu og fylgist síðan við H. H. Drotningini inn í kirkjuna, har Kári í Garði, limur í kirkjuráðnum, greiðir frá kirkjuni. Kvinnukórið Silvitni syngur.
Aftaná verður boðið til kaffi í samkomuhúsinum hjá kirkjuni.
Kl. 15.10
Komið verður til Snælduna.
Borgarstjórin navnkennir Johan Carl Olsen, “Kalla” og frú Miu Olsen, ið eiga virkið. Maja Skaale Olsen, sum er gift inn í ættina, vísir runt og greiðir frá familjufyritøkuni.
Í handlinum hjá Snælduni handar borgarstjórin H. H. Drotningini gávu frá kommununi.
Dagførd kl. 9.49: Eysturoyartunnilin steingir kl. 12.45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald