Innanlands

Í Danmark eru Føroyar ikki eitt norðurland

Tí síggjast føroyska og grønlendska flaggið ikki við markið millum Danmark og Týskland

2020-06-30 12:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin roknar ikki Føroyar og Grønland sum norðurlond, og tað er orsøkin til, at tað bert verður flaggað við fimm fløggum, tí danska, íslendska, norska, svenska og finska, tá komið verður til danska markið úr Týsklandi.

Tað sigur Nick Hækkerup, løgmálaráðharri í donsku stjórnini.

Hann hevur svarað einum skrivligum spurningi frá Sjúrði Skaale, fólkatingslimi, sum undrast yvir, at Føroyar og Grønland ikki eru umboða millum fløggini við dansk-týska markið.

Vit endurgeva her svarið frá løgmálaráðharranum í okkara týðing:

”Føroyar fingu sum kunnugt heimastýri í 1948 og hava síðan havt sítt egna viðurkenda flagg, Merkið. Føroyska flaggið kann brúkast í øllum Danmark uttan serstakt loyvi.

Eg havi (generelt) virðing fyri ynskinum hjá føroyska fólkatingsliminum um at flagga við føroyska flagginum.

Stjórnin hevur ikki tikið støðu til spurningin um at flagga við føroyska og grønlendska flagginum á markinum millum Týskland og Danmark, har tað í fleiri ár hevur verið siður at flagga við fløggunum hjá norðurlondunum.

Spurningurin vil í somáta vera viðkomandi at tingast um við allar viðkomandi áhugapartar”. 

placeholder
placeholder