Virkni sangarin og sangskrivarin í Nólsoy, Herborg Torkilsdóttir, hevur júst lagt eitt nýtt sjónbandalag út á sosialu miðlarnar.
Talan er um lagið “I do”, ið er ein kvøða til kærleikan, sum Herborg skrivaði til Magna og Elsi Christiansen í sambandi við, at hon var biðin um at koma at syngja nakrar sangir til teirra silvurbrúdleyp.
Í sambandi við framløguna av videolagnum, heitti Herborg á fólk um at senda teirra brúdleypsmyndir inn, og hesar myndirnar eru við á vakra sjónbandalagnum, sum annars vísir sólina fara í kav handan Glyvursnes og Nólsoyar kirkju.
Jákup Zachariassen hevur framleitt, sungið kór og spælt nærum øll ljóðførini inn, uttan trummurnar og bassin, sum ávikavist Brandur Jacobsen og Óli Poulsen taka sær av. Óli hevur eisini miksað og mastrað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald