2023-03-21 15:12
Í fjør minkaði fólkatalið í kinesiska høvuðsstaðnum Beijing fyri fyrstu ferð síðan 2003.
Í Beijing, ið hevur 21,84 milliónir íbúgvar, var deyðstalið 5,72 per 1,000 íbúgvar, meðan burðartalið var 5,67 per 1,000 íbúgvar, vísa hagtøl frá kinesisku myndugleikunum sambært tíðindastovuni Reuters.
Tað er ikki bara í høvuðsstaðnum, at fólkatalið minkar. Í fjør minkaði fólkatalið í øllum landinum eisini fyri fyrstu ferð í seks áratíggju.
Í Kina vórðu í fjør 6,77 børn fødd per 1,000 íbúgvar, ið er metlágt. Samstundis doyðu 7,37 fólk per 1,000 íbúgvar, ið er tað hægsta síðan 1974.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald