Innanlands

Í fongsul fyri at hótta starvsfólk hjá Taks

30 daga treytaleys fongsulsrevsing til mann fyrst í 50'unum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-01-18 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya rættur dømdi í gjár ein mann fyrst í 50'unum sekan í at hótta alment sett starvsfólk. Maðurin fekk 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing.

Tað veit Kringvarpið í dag.

Í telefonsamrøðu við starvsfólk í einum banka, hevur maðurin hótt starvsfólk á Taks við at siga: "Einki forðar mær í at fara oman at drepa øll í Taks", og "Fái eg ikki peningin nú, so brúki eg vápn".

Maðurin hevur 14 dagar at umhugsa, um dómurin skal fyri hægri rætt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder