Í ár eru 25 ár liðin, síðan Bókadeild Føroya Lærarafelags fekk eitt handrit á borðið frá einum ungum manni, sum tá var eitt óskrivað blað á føroyska bókmentapallinum. Dánial Hoydal eitur hann, og síðan tá hevur hann sýnt síni skrivikynstur í leikritum, operatekstum, kantatum, stuttsøgum, yrkingum – og barnabókum ikki at gloyma.
Handritið, sum Dánial læt Bókadeildini, kom út sum barnabók í 2002 undir heitinum “Í geyma”. Dánial minnist væl ta fyrstu viðmerkingina hjá Niels Jákupi Thomsen, stjóra á Bókadeildini, tá ið teir viðgjørdu handritið: „Ja, hetta kann ongantíð umsetast!‟
Bókin er ein skemtilig og forvitnislig ferð inn í tað løgna landið, sum eitur í Geyma, har vit hitta Tíðindafróða, Roksimalenu, Hermus, Klikkheys og nógvar aðrar løgnar verur við hugvekjandi nøvnum.
Hanni Bjartalíð, listamaður, myndprýddi “Í geyma” við stuttligum og undarligum myndum, sum mong munnu kenna aftur.
“Í geyma” bleiv sera væl umtókt, og bæði stórir og smáir lesarar tóku bókina til sín. Bókin bleiv enntá gjørd um til ein øran sangleik í 2008. Í eitt áratal hevur bókin verið útseld, og Dánial sigur við Bókadeildina, at fólk í fleiri ár hava spurt eftir einum framhaldi av henni. Hetta er ikki nøkur hissini uppgáva, men nú kunnu lesarar í øllum førum gleða seg til endurútgivnu “Í geyma”, sum er økt við einum spildurnýggjum kapitli. Í hesum kapitlinum lesa vit um bæði gamlar og nýggjar verur, sum skipa fyri einari stórari fagnaðarveitslu, nú 25 ár eru farin síðan hin tiltikna veitsludøgurðan hjá Roksimalenu og Grenjisurruni.
Nýggja útgávan av “Í geyma” er 186 síður og fæst til keyps í bókahandlum kring landið longu nú. Hanni Bjartalíð hevur myndprýtt, og Bókadeild Føroya Lærarafelags givið út.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald