2021-08-10 14:48

Í gjár vórðu 603 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum. 162 fólk fingu fyrra prikið, og 441 fólk vórðu koppsett fyri aðru ferð.
Harvið minkar munurin millum tal av koppsettum og tal av teimum, ið eru liðugt koppsett framvegis. Nú hava 35.567 fólk fingið fyrru koppsetingina. 32.241 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett.
Tilsamans 67.808 koronukoppsetingar eru gjørdar í Føroyum, upplýsir corona.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald