2019-09-04 14:38
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Bakteriur eru staðfestar í drekkivatninum í Tórshavn, Hoyvík, Hvítanesi og parti av Argjum. Mælt verður tí til at kóka vatnið, áðrenn drukkið verður, til nærri boð verða givin.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna.
Á økinum innan fyri gulu strikuna á myndini niðanfyri, er vatnið reint. Annars skal vatnið kókast.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald