Tá tónin gerst so harður á alnetinum, at fleiri lata vera við at luttaka í einum demokratiskum kjaki, er tað ein hóttan ímóti skrivi- og talufrælsinum og samstundis viknar fólkaræðið eisini.
M.a. hetta fer ráðstevnan, Ung, talu- og skrivifrælsi og sosialir miðlar, at snúgva seg um. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum 24. august kl. 8.30.
Á ráðstevnuni verður m.a. kjakast um, hvussu norðurlendsku londini kunnu betra um veðurlagskjakið á sosialu miðlunum og harvið eisini verja talu- og skrivifrælsi.
Ímillum luttakararnar á ráðstevnuni verður danski kjakarin, Emma Holten, sum í 2014 bleiv kend fyri at fara í herna ímóti hevndarporno, tá nakinmyndir av henni vórðu deildar uttan hennara samtykki.
Ráðstevnan er ókeypis, men tilmelding á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum er neyðug.
Tað eru Norðurlandahúsið og Norðurlendska Ráðharraráðið sum skipa fyri tiltakinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald