Uttanlands

Í hettutroyggju í senatinum

Avslappaði klædnastílurin hjá nývaldum senatori hevur fingið formansskapin til at broyta klædnareglurnar

2023-09-20 17:35 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska senatið hevur nú slakað klædnakrøvini. Hetta merkir, at senatorar framyvir kunnu møta upp í meira gerandisligum klæðum, so sum hettutroyggjum og leysum venjingarbrókum.

Avgerðin er tikin av leiðaranum hjá demokratiska meirilutanum í senatinum, Chuck Schumer. Og hetta er ein beinleiðis avleiðing av, at demokratiski senatorurin fyri Pennsylvania, John Fetterman, sum er kendur og tiltikin fyri sín avslappaða klædnastíl, er farin at møta upp í kongressini í stuttum buksum og hettutroyggju.

Fleiri politikarar eru tó ónøgdir yvir broytingina. Serliga teir republikansku senatorarnir, skrivar NBC News.

Shelley Moore Capito, senatorur, umboðandi West Virginia, kallar nýggju ‘dresscode’-reglurnar fyri ‘ræðuligar’. Lindsey Graham úr South Carolina sigur, at hann ikki dámar broytingarnar. Og Chuck Grassley frá Iowa heldur at talan er um ‘nakað piss’.

Og so er tað Susan Collins, sum – helst í skemti – hevur sagt, at hon ætlar sær at møta upp í senatinum í bikini.

- Eg haldi, at senatið umboðar ein serligan stoltleika, sum vit skulu varðveita, og at slaka upp á klædnakrøvini er at niðurgera stovnin, sigur Susan Collins.

Venjara-outfit

Tommy Tuberville, senatorur, sum fyrr hevur verið venjari í amerikanskum fótbólti, skemtar við, at hann framyvir ætlar at møta upp í sínum venjara-klæðum í senatinum.

Og tað er júst venjara-‘outfit’, sum longu er klædnastílurin hjá John Fetterman.

Hann er næstan altíð í hettutroyggju og stuttum buksum. Soleiðis var hann eisini klæddur undir valstríðnum farna vetur, tá hann varð valdur til senator.

Tá hann fyrr í ár svór eiðin sum nýggjur senatorur, gekk tað tó fyri seg í klædningi. Eftir tað var hann sjúkrameldaður í eina tíð, orsaka av depressión, og eftir at hann kom aftur, hevur tað verið í avslappaðum klæðum.

[object Object]
Frá valkvøldinum síðsta vetur, tá John Fetterman varð valdur til senator í Pennsylvania (Mynd: EPA)

Sjálvur vil hann ikki tosa um klædnastílin.

- Eru tað ikki meira týðandi mál at tosa um, enn hvussu eg eri ílatin?, spurdi John Fetterman fyrr í ár í eini samrøðu við MSNBC.

Fyrr í hesi vikuni brúktu fleiri republikanskir senatorar møguleikan við nýggju klædnareglunum til at møta upp í senatinum í kóboybuksum og kóboystúvlum. Onnur møttu í klæðum, sum Lisa Murkowsky, senatorur, kallaði “ferðaklæði” – leggings og renniskóm.

- Vanliga var et ikki í slíkum klæðum í senatinum, segði Murkowski, og legði afturat:

- Tað snýr seg um virðing – tú fert heldur ikki í kirkju í kóboybuksum.

Kelda: Berlingske


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder