Í Kolumbia skulu allir landsins íbúgvar í sóttarhald frá týsdegnum og fram til 13. apríl.
Hesum boðaði landsins forseti, Ivan Duque, frá í gjár.
Sambært Ritzau, er hetta ógvusligasta tiltakið, sum Kolumbia hevur sett í verk orsakað av koronasmittuni.
Í høvuðsstaðnum Bogotá hava allir íbúgvar longu verið í sóttarhaldi síðan fríggjamorgunin.
Kolumbia hevur higartil 158 skrásettar tilburðir av COVID-19.
Tað suðuramerikanska landið, sum er harðast rakt av smittuni er Brasil. Har eru fleiri enn 900 staðfestir tilburðir, og 11 fólk hava latið lív.
Í Suðuramerika er summarið um at vera av, og har stúra tey fyri, at støðan kann gerast verri, tá tað verður kaldari í veðrinum.
Sambært serfrøðingum, er tað ógreitt, hvørt skiftandi árstíðir ávirka spjaðingina av koronavirusinum. Men hetta var júst tað sum hendi í Brasil, tá svínakrímið H1N1 herjaði í 2009.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald