Innanlands

Í kvøld skal býráðið taka støðu til broytingar á dagstovnaøkinum

Á býráðsfundi, sum verður kl. 18 í kvøld, skal Tórshavnar býráð m.a. taka støðu til ætlanina um at skipa dagstovnarnar í kommununi í fýra eindir

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-10-30 14:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld skal Tórshavnar býráð taka støðu til at økja normeringarnar til dagstovnaøkið. Her er talan um at játta 4,5 mió. krónur til meirnormeringar, so meira tíð verður til børnini.

Tað er eisini í kvøld at býráðið skal taka støðu til nógv umrøddu ætlanina um at skipa teir 37 dagstovnarnar hjá kommununi í fýra eindir við hvør sínum leiðara. Væntað verður, at henda broytingin fer at kosta 2,75 mió. krónur.

Samlaði kostnaðurin av normeringsøkingum og eindarleiðslum er sostatt 7,25 mió. krónur.

Hendan fíggingin er fingin til vega við at játta 3 mió. krónur afturat til grein 3 Børn og Ung í fíggjarætlanini. Hinar 4,25 mió. krónurnar verða fíggjaðar á grein 3 við at umleggja nakrar serjáttanir, sum liggja uttanfyri stovnsjáttanirnar, og við skipanarligum virkisbroytingum, sum nýggi eindarleiðslubygnaðurin ger møguligan, skrivar Tórshavnar kommuna.

Samlaða fíggjarætlanin til børn og ung í 2020 er umleið 200 mió. krónur. Økið fevnir um umleið 3.000 børn og ung og umleið 750 starvsfólk.

Les meira her.

Býráðsfundur verður í kvøld klokkan 18. Skráin fyri fundin sæst her. Eisini verður fundurin stroymdur her.

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder