2019-02-23 13:33
Í kvøld er danska Melodi Grand Prixið á skránni. Vinnarin skal finnast ímillum tíggju sangir. Ein av teimum er "Say My Name" ið føroyski Sigmund Tróndheim syngur.
Hann gjørdist veruliga kendur í fjør, tá hann luttók í X-Factor. Har kom Sigmund til hálvfinaluna.
Nú roynir 23-ára gamli sangarin seg í Melodi Grand Prix. Hann skal fyrst royna at koma ímillum trý tey bestu til sokallaðu "superfinaluna". Vinnarin av henni kemur til Eurovision.
Klokkan 19.00 byrjar Grand Prixið, og tað kann síggjast á DR1.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald