
Í kvøld klokkan 19 verður árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi, har fólk og fyritøkur í felag savna pening inn til at hjálpa, har neyðin er størst, bæði í Føroyum og kring heimin.
Landsinnsavningin 2021 verður send beinleiðis úr Løkshøll, og kann hon síggjast á sjónvarsrásini Rás1, sum øll húsarhald í Føroyum hava ókeypis atgongd til. Tað einasta, sum krevst, er antenna, kaðal, satelitt ella televarpsboks. Eisini kunnu øll hyggja eftir Landsinnsavningini á heimasíðuni hjá Televarpinum www.tv.fo.
Á skránni verða áhugaverd innsløg, rørandi samrøður, kappingar, uppboðssøla av landsliðstroyggjuni hjá Klæmint Andrasson Olsen og live tónleikaframførslur frá m.a. Gretu, Týr, Leu Kampman og Robert McBernie, skrivar Reyði Krossur í tíðindaskrivi.
Meira um Landsinnsavningina, og hvussu ber til at stuðla, sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald