Innanlands

Í læru sum húsavørðir hjá Kvívíkar kommunu

Sum nakað nýtt hevur Kvívíkar kommuna sett tveir læringar – Kristian Martin Elmelund Kjærbæk og Edvard Petersen byrjaðu í læru sum húsavørðir í ávikavíst februar og mai

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

(Mynd: Kvívíkar kommuna)

2022-07-04 14:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Kvívíkar kommuna hevur sum nakað nýtt sett tveir lærlingar. Talan er um Kristian Martin Elmelund Kjærbæk og Edvard Petersen, sum báðir eru settir í læru sum húsavørðir.

Kvívíkar kommuna ynskir at vera við til at útbúgva starvsfólkið, og av tí at kommunan hevur fleiri bygningar og maskinur at røkja, hevur Kvívíkar kommuna valt at seta lærlingar á hesum øki, skrivar heimasíðan hjá Kvívíkar kommunu.

Kristian Martin Elmelund Kjærbæk býr í Sandavág, men hevur tøtt ættarbond í Kvívík. Hann byrjaði í læru í februar.

Edvard Petersen býr í Leynum og byrjaði í læru í mai men hevur verið í starvi hjá Kvívíkar kommunu síðan 2017.

– Sum húsavørðir koma teir millum annað at arbeiða við viðlíkahaldi av bygningum og maskinum í kommununi, heilt av Skælingi og út á Válin. Eisini verða smærri málara-, elektrikara-, og hvs- uppgávur at halda. Kvívíkar kommuna leggur stóra orku í, at lærlingarnir fáa eina dygdargóða útbúgving, har tað er trygt at fara víðari á yrkisleiðini eftir lokna útbúgving, og at trivnaðurin er góður í og eftir lærutíðina, skrivar kommunan.

Lærutíðin er trý ár og níggju mánaðir, og harav eru nakrar vikur á tekniskum skúla í Danmark. Lærumeistarar eru Hans Jóhann Sørensen, borgarstjóri og Joen Jacob Andreasen, tøknileiðari. Útbúgvingin sum húsavørður gevur góðar møguleikar á arbeiðsmarknaðinum og til at fara undir víðari lesnað, so sum byggifrøðing og byggiteknikara o. a.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder