
Eitt nevningating í Føroya rætti gav í juni einum manni fimm ára fongsulsrevsing fyri at royna at smugla uml. eitt kilo av amfetamini til Føroya.
Maðurin var eisini funnin sekur í m.a. at hava uml. 150 gram av MDMA og uml. 400 gram av hashi á bústaði sínum í Danmark.
Revsingin á fimm ár er harðari, enn hon hevði verið í Danmark. Í rættinum varð víst á, at revsingin kundi vera harðari fyri at royna at smugla amfetamin í Føroyum, m.a. tí, at vinningurin frá sølu av rúsevnum er munandi størri í Føroyum.
Á heysti í 2019, tá maðurin varð handtikin, var prísurin á amfetamin 800 krónur per gram, og í ár er prísurin 500 krónur per gram. Til samanberingar var prísurin í Danmark millum 30 og 150 krónur per gram í tíðarskeiðnum januar 2019 til februar 2021. Á Bornholm var prísurin tó 150-300 krónur.
Málið varð kært til Hægstarætt, og mikudagin staðfesti Hægstirættur, at dómurin var í lagi.
Tað hevur í meira enn 20 ár verið mannagongdin í Føroyum at revsa smugling og víðari sølu av rúsevnum harðari enn í Danmark, m.a. orsakað av hægri prísinum fyri rúsevnum og harvið munandi hægri vinning við sølu, og Hægstirættur staðfesti, at tá Føroyar yvirtóku revsirættin sum málsøki í mars 2010 vórðu eingi stig tikin til at broyta revsingina í rúsevnismálum. Tí var fimm ára fongsulsrevsing í lagi.
Víst varð eisini á, at Hægstirættur áður hevur staðfest, at harðari revsing kann gevast í Grønlandi í rúsevnismálum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald