Innanlands

Í løtuni eru trý smittað í Føroyum

Síðan í gjár er ein persónur staðfestur frískur aftur, meðan eingin nýggjur smittutilburður er staðfestur

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2021-08-18 10:27 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í løtuni eru bert tríggir persónar smittaðir við koronu í Føroyum. Eingin nýggjur tilburður varð staðfestur í gjár, meðan ein persónur afturat varð staðfestur frískur.

Seinasta samdøgrið vórðu 1.076 kanningar gjørdar.  Tilsamans eru um 392.000 kanningar gjørdar í Føroyum.

Samlaða talið á persónum, sum hava fingið staðfest koronu í Føroyum, nærkast nú 1.000. Sambært hagtølum á corona.fo, er talið í løtuni 993.

Í løtuni er eingin innlagdur við koronu, og 11 eru í sóttarhaldi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder