Innanlands

Í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast sambært tilmælunum

Tillagingar í sóttarhaldsreglunum verða helst gjørdar og kunngjørdar í vikuni, men eingin "exit-strategi" er ávegis. Hesum boðaðu myndugleikarnir frá í gjár, í samband við at fundur hevði verið í Farsóttarnevndini

Løgmaður fegnast um, at Farsóttarnevndin hevur staðfest, at koronupassið onga ávirkan hevur, og at tað harvið kann avtakast.

Løgmaður fegnast um, at Farsóttarnevndin hevur staðfest, at koronupassið onga ávirkan hevur, og at tað harvið kann avtakast. "Exit-korona" er tó ikki aktuelt heilt enn (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-11 14:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tilmæli var "100 fólk við koronupassi" og tjúgu fólk "uttan koronupass". Soleiðis hevur tað verið undir víðkaðu tilmælunum seinastu vikurnar, men í samband við at koronupassið í gjár varð avtikið eitur tað, at "mælt verður nú til at í mesta lagið 100 fólk samlast".

Munur verður ikki gjørdur á, um tað er innandura ella uttandura, ella hvør koppsetingarstøðan hjá fólki er. Spurningurin er, um hetta fer at ávirka støðuna viðvíkjandi millum annað HM-undankappingardystunumí hondbólti hetta vikuskifti, og spurningurin er eisini, hvussu leingi hetta fer at vera galdandi.

Les eisini: 400 atgongumerki seld til HM-undankappingardystirnar

Í skrivinum hjá landsmyndugleikunum í gjárkvøldið gjørdi Bárður á Steig Nielsen greitt, at hann alla tíðina hevur sagt, at hann ikki ætlar sær at mæla til brúk av koronapass ein dag longur enn neyðugt. Tí fegnast hann um, at vit í nú kunnu fara burtur frá hesum (koronupassi). Tað hevur eisini verið til umrøðu millum politikkarar og onnur í seinastuni, og Farsóttarnevndin hevur staðfest, at koronupassi ongan virknað hevði - í øllum førum seinastu tíðina og við Omikron-frábrigdinum.

Tað kom eisini fram, at tað ikki er greitt enn, hvør "exit-strategi" fyri koronahandfaringina er, hóast Farsóttarnevndin eisini viðgjørdi hetta í gjár 
Løgmaður. Omikron-frábrigdi er enn ov nýtt og ókent, verður sagt - løgmaður tosaði eitt sindur meira við Kringvarpið um hetta í gjár.

Landstýrismaðurin í heilsumálum hevur nakrar ferðir í seinastuni verið inni á, at ein langtíðarætlan er neyðug, og at koronutilmælini, ið fólk troyttast meira og meira av, ikki kunnu halda fram ov leingi. Landslæknin staðfesti í Degi & Viku í gjár, at trýst er ikki er á Heilsuverkinum, hóast smittutølini eru høg, og hetta fyrra er tað mest umráðandi. Tó er ov tíðliga at lata meira upp, segði Lars Fodgaard Møller. Tó fara hann og restin av Farsóttarnevndini helst at koma við nýggjum vegleiðingum um sóttarhald í hesari vikuni. Tær eru nú væl "linari" enn fyrstu tíðina við Ominkron men avmarka nógv ymiskt í samfelagnum.

Dagført: 14.53

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder