Uttanlands

Í minsta lagi 100 palestinar dripnir í hersettum økjum í ár

Í minsta lagi 100 palestinar eru dripnir í Eysturjerusalem og Vestara Áarbakka í ár, og 2022 kann, sambært BBC, gerast tað mest blóðugta árið fyri økið síðan 2015

Fólk syrgja í flóttafólkalegu nærindis Hebron (Mynd: EPA)

Fólk syrgja í flóttafólkalegu nærindis Hebron (Mynd: EPA)

2022-10-02 14:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð ein 18 ára gamal palestinskur maður skotin til deyðis í hersetta Eysturjerusalem,

Og hesin maðurin gjørdist 100. palestinin, sum er dripin í hersettum økjum í ár, skrivar bretska kringvarpið.

Uppgerðin vísir eisini, at 2022 er ávegis til at blíva tað mest blóðugta árið fyri Vestara Áarbakka síðan 2015.

Meginparturin av teimum dripnu eru dripnir av ísraelskum trygdarliðum og vápnaðum sivilum ísraelum, skrivar BBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder