2019-10-27 11:18
Tíðliga sunnumorgunin vórðu fleiri fólk skotin í einari veitslu uttanfyri býin Greenville í amerikanska statinum Texas.
Sambært lokala miðlinum The Dallas Morning News, hava lokalu myndugleikarnir enn ikki sagt so nógv um hendingina, men tað er staðfest, at summi eru álvarsliga særd.
Í minsta lagi tvey fólk hava latið lív.
Hendingin fór fram í einari skúlaveitslu fyri lesandi á Texas A&M University Commerce, og løgreglan varð boðsend stutt eftir midnátt lokala tíð, og seinni varð boð eisini sent eftir tyrlu og sjúkrabili, skrivar TV2.
Brotsmaðurin er enn ikki handtikin, og motiv hansara er heldur ikki greitt enn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald