2023-02-26 11:12
Í dag vórðu líkini av í minsta lagi 30 migrantum funnin á einari strond í Suðuritalia.
Sagt verður, at tey lótu lív í einum skipbroti út fyri eysturstrondini av landslutinum Calabria, skriva fleiri italskar tíðindastovur.
27 persónar vórðu funnir á strondini, meðan trý onnur vórðu funnin í vatninum, og fleiri onnur vórðu funnin longri úti á sjónum. Sambært Reuters eru fleiri børn millum tey deyðu.
Upplýst verður, at yvir 100 fólk skuldu havt verið umborð á skipinum. Tey vóru úr Pakistan, Iran og Afganistan. 50 persónar vórðu bjargaðir.
Løgregla og fólk hjá Reyða Krossi eru á staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald