Uttanlands

Í morgun vórðu tey fyrstu koppsett í Danmark

Koppingarevnið hjá Pfizer og BioNtech kom til landið leygardagin, og sunnumorgunin vórðu búfólk á fimm røktarheimum koppsett fyri covid-19

Chresten Baisgaard í Aalborg varð tann fyrsti at verða koppsettur í Norðurjútlandi (Mynd: TV2 Nord)

Chresten Baisgaard í Aalborg varð tann fyrsti at verða koppsettur í Norðurjútlandi (Mynd: TV2 Nord)

2020-12-27 11:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnumorgunin klokkan átta føroyska tíð byrjaði Danmark eisini at koppseta móti covid-19.

Tað vóru búfólk á fimm røktarheimum, sum vórðu tey fyrstu at verða koppsett.

Tað var tíðliga leygarmorgunin, at fyrstu 9.750 skamtarnir av koppingarevninum hjá Pfizer og BioNtech komu til landið. Hetta er nóg mikið til at koppseta nærum 5.000 danir, av tí at hvør persónur skal koppsetast tvær ferðir.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur seg fegnast um, at landið nú er byrjað at koppseta.

– Hetta er ein mánalending í stríðnum móti korona, sigur hon sambært JyllandsPosten.

Tó ger hon eisini greitt, at stríðið ikki er endað, og at danir skulu fyrireika seg uppá, at januar og februar kunnu gerast ein hørð tíð.

Dansku myndugleikarnir vænta at fáa fleiri skamtar av koppingarevninum komandi vikurnar. Eftir ætlan skulu millum 200.000 og 250.000 danir hava fingið koppingarevnið í mars 2021.

Fyri at fáa eitt vanligt samfelag aftur uttan avmarkingar, munnbind og spritt, er neyðugt, at millum 60 og 80 prosent av fólkinum eru vorðin koppsett, og nær hetta verður, torir danski forsætisráðharrin ikki at siga, sambært TV2.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder