Innanlands

Í nátt skal klokkan flytast

Summartíðin er komin at enda, og tí fáa vit ein tíma eyka í nátt.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2026-10-24 16:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í nátt endar summartíðin, og fáa vit sostatt ein eyka tíma.

Føroyingar hava á hvørjum ári síðan 1996 flutt klokkuna fram seinasta sunnudag í mars, og aftur seinasta sunnudag í oktober, samstundis sum ES-londini.

Tá klokkan verður tvey í nátt, verður klokkan flutt ein tíma aftur, til klokkan eitt.

Vetrartíðan verður galdandi fram til 28. mars næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder