2025-03-29 16:30

Nógv kjak hevur verið um evnið seinastu árini, men vit flyta framvegis klokkuna tvær ferðir um árið, og í nátt er aftur tíð at flyta klokkuna.
Seinasta sunnudag í mars verður farið frá vetrartíð - ella vanligari tíð - yvir til summartíð, og hetta merkir, at klokkan eitt í nátt verður klokkan flutt ein tíma fram til klokkan tvey, og sostatt missa vit ein tíma í nátt.
Summartíð hevur verið brúkt í Føroyum síðan 1980 og verður í øllum førum galdandi til 2028, sum landsstýrismaðurin í lógarmálum lýsti í kunngerð í februar í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald