Uttanlands

Í nátt verður klokkan flutt aftur

Nú er summartíðin komin at enda, og sostatt fáa vit ein tíma eyka í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-30 19:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

So er tíðin komin, har vit aftur skulu flyta klokkuna. Síðan í mars hevur summartíðin verið galdandi, men í nátt verður skift yvir aftur til vetrartíð – ella vanliga tíð.

Hetta merkir, at klokkan tvey sunnunáttina verður klokkan flutt aftur til klokkan eitt, og fáa vit sostatt ein eyka tíma í nátt.

Í Føroyum hava vit flutt klokkuna síðan 1980, og síðan 1996 hava føroyingar á hvørjum ári flutt klokkuna fram seinasta sunnudag í mars, og flutt klokkuna aftur seinasta sunnudag í oktober, samstundis sum ES-londini.

Ósemja um klokkuna í ES

Hjá ES er ógreitt, hvussu leingi afturat tey verða noydd at flyta klokkuna. ES-tingið samtykti nevniliga í mars 2019 at droppa summartíðina.

Ætlanin var tá, at tað frá í ár skuldi vera upp til hvørt einstakt limaland at avgera, um tey ynskja at fylgja summartíðini ella vetrartíðini alt árið. Men tað er ikki gagnligt, halda ES-londini.

Ósemja er nú um, hvørt tað er summartíðin ella vetrartíðin, sum skal vera galdandi alt árið. Eitt nú ynskir Danmark, at tað skal vera vetrartíðin, sum er galdandi.

Men tað er ikki bert ósemja í ES, sum elvir til trupulleikar. Stórabretland er nú farið úr ES, og har hava tey onga ætlanir um at droppa summartíðina, skrivar Ritzau.

Hetta merkir, at um ein serskipan ikki verður gjørd fyri Norðurírland, fer klokkan ikki at vera tað sama á báðum síðum á markinum millum Írland, sum er partur av ES, og Norðurírland, sum er partur av Stórabretlandi.

So kann tað enda við, at Írland og Norðurírland koyra eftir somu tíð, meðan Skotland, Wales og Ongland hava eina aðra tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder