Uttanlands

Í Noregi ynskja tey ikki at banna koranbrenning

Atlit má takast til talufrælsið, sigur norski uttanríkismálaráðharrin

Anniken Huitfeldt, norski uttanríkismálaráðharrin saman við danska uttanríkismálaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen (Mynd: EPA)

Anniken Huitfeldt, norski uttanríkismálaráðharrin saman við danska uttanríkismálaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen (Mynd: EPA)

2023-08-02 09:28 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Danska stjórnin umhugsar at banna brenning av koranini, men norska stjórnin sær onga orsøk til at taka eina líknandi avgerð, sigur Anniken Huifeldst, norski uttanríkismálaráðharrin.

Hon sigur, at bæði hon, forsætisráðharrin og løgmálaráðharrin takar frástøðu frá koranbrenningum, men at stjórnin kortini fer at verja talufrælsið, hóast hon er ósamd í, hvussu tað eigur at verða brúkt.

Norski uttanríkismálaráðharrin fær stuðul frá flokkunum SV, Senterpartiet, Fremskrittspartiet og Venstre, skrivar Ritzau.

Eisini í Svøríki ynskir stjórnin at gera nakað við koranbrenningar, sum serliga hava verið í høvuðsstaðnum Stockholm.

Sambært svenska forsætisráðharranum, Ulf Kristersson, er talan um mest álvarsomu trygdarpolitisku støðuna síðan seinna heimsbardaga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder