Innanlands

Í sigling um ein mánað

Erla Kongsdóttir, sum er nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni kemur til Føroya um mánaðarskiftið

(Mynd: Kvf.fo / SSL)

(Mynd: Kvf.fo / SSL)

2020-10-11 20:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú nærkast at nýggja avloysaraskipið hjá Strandferðsluni, Erla Kongsdóttir, kemur til Føroya og í sigling.

Strandfaraskip Landsins yvirtaka nýggju tríkiljuna tann 24. oktober, og gongst sum ætlað verður Erla Kongsdóttir sett í sigling um ein mánað, upplýsir Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni fyri útvarpinum.

Erla Kongsdóttir byrjar á Nólsoyarleiðini tá Ternan skal í dokk í næstum, men báturin kann brúkast á flestu leiðum, um brúk er fyri tí. Smáar tillagingar á atløgubryggjunum kring landið skulu tó gerast.

Tríkiljan er 27 metar lang, tekur 96 ferðafólk, lættari farm og upp til tríggjar bilar. Siglingartíðin millum Nólsoy og Havnina verður umleið 12 minuttir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder