2022-02-24 14:22

Í kvøld klokkan 20:10 - eftir annan part av føroysku krimirøðini Trom - sleppur hyggjarin á ferð við rithøvundinum Jógvani Isaksen, sum hevur skrivað mongu krimibøkurnar um Hannis Martinsson, sum filmsrøðin Trom er grundað á.
Tá vísir Kringvarpið "Við Jógvani á túri", ið Suni Merkistein hevur lagt til rættis.
- Seinastu tretivu árini hava krimiskaldsøgurnar hjá Jógvani Isaksen verið tær, sum flestu føroyingar lesa. Á hvørjum ári er Jógvan ovast á metsølulistunum hjá bókahandlunum. Bøkurnar eru eisini týddar til fleiri mál.
- Jógvan Isaksen var fjøruti ár, áðrenn hann sprakk út sum skaldsøgurithøvundur. Tá hevði hann í fleiri ár skrivað greinir og bøkur um føroyskan skaldskap. Men hvør er Jógvan Isaksen? Hann sæst ikki ímillum okkum dagliga. Hann fór úr Føroyum longu tjúgu ára gamal í 1970, og hevur búð í Danmark síðani.
Í sendingini verður møguligt at síggja Jógvan Isaksen ganga gamlar gøtur í høvuðsstaðnum, har bæði hann og Hannis Martinsson hava sín uppruna. Ferðast verður eisini í slóðini á Hannisi.
Nýggja krimirøðin Trom gongur í løtuni í Kringvarpinum. Jógvan Isaksen hevur skrivað allar bøkurnar, ið røðin er bygd á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald