Mentan

Ibiza-stemningur í Syðrugøtu

- Væleydnað fyrsta kvøld á G!, men tað var for kiksað at halda stórar konsertir í lítla fjósinum

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2024-07-19 11:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sólin tók at skína, og veðrið skapti eina perfekta byrjan upp á ársins G! Festival í Syðrugøtu.

Tá hugfarsliga duo’in Einangrann við Leu Kampmann og Heiðrik av Heygum byrjaðu veitsluna á Gøtusandi, var veruligur Ibiza-stemningur. Tað var næstan sum í gomlu donsku revy-vísuni – luftin var 15, vatnið var 16 og gentan var 17 ½.

Lea og Heiðrik, sum høvdu eitt A-lið av frálíkum føroyskum tónleikarum at stuðla sær, sáddu kærleika oman yvir sandin. Við sjóvarmálan bygdu børnini sandslott, bert órógvað av kátum ungfólki, sum stundum valdu at leypa upp úr heitu pottunum fyri at renna oman og tveita kroppin út í Gøtuvík at svala sær á.

Her var stemningur, sum ikki kann upplivast á G! Festivalinum á hvørjum ári, men sum er tann, vit øll minnast aftur á sum tær bestu løturnar á G!.

[object Object]
Spectors

Ókend nøvn

Tað vóru annars ikki tey stóru kendu nøvnini, sum domineraðu tónleikaskránna á fyrsta G! kvøldinum í ár.

Um sæð verður burtur frá donsku hip-hopparunum, Spectors, sum endaðu náttarballið á sandinum (tá tey gomlu vóru farin til hús), so vóru tey ikki nógv millum G!-gestirnar, sum kendu einn einasta sang ella niðurlag hjá teimum útlendsku nøvnunum, sum vóru á skránni.

Men G! dugir at finna spennandi tónleikanøvn, sum yvirraska gestin.

Frá Einangrann á Spæliplássinum kundu fólk fara niðan á Spæliplássið og uppliva niðurlendskan punktónleik væl sjóvaður saman við onkrum, sum líktist brit-poppi frá 90’unum. Personal Trainer. Festligt og orkufult.

Fleiri myndir frá G! hósdagin

Grønlendskur deyðsmálmur

Seinni spældi grønlendski deyðsmálmsbólkurin Sound of the Damned. Garvilt, intenst har oyrapropparnir veruliga vórðu styrkiroyndir. Her fingu teir langhærdu G! gestirnir veruliga valuta fyri pengarnar og fingu høvi til at geva frisuruni frítt at fara og headbangaðu út í eitt nærum alla konsertina.

[object Object]

[object Object]

Eina løtu blakaðu tey seg út í eina ‘mosh-pit’, men tíbetur kom ongin til skaða, so vítt vit vita.

Eftir grønlendskan deyðsmálm var farið oman á sandin til enn eitt navn, sum ikki sigur vanliga føroyinginum nakað. Norsku Das Body. Enn eitt yvirraskilsi av teimum góðu. Bólkurin fekk heiðurin at spæla á stóra pallinum ta løtuna, sum myrkrið fall á í gjárkvøldið.

[object Object]

[object Object]

Vælspælandi við rættiliga sermerktum ljóði og eini vælupplagdari, sjarmerandi og orginalari songkvinnu, Ellie Linden á odda. Samanberingin við Debbie ‘Blondie’ Harry og Gwen Stefani er ikki heilt av leið. Eitt ordiliga gott navn, sum hóskaði sum fótur í hosu til G! hóast tey – heldur yvirraskandi – ikki megnaðu at savna ta stóru fjøldina á Sandinum.

[object Object]Samba Touré

Kiksað

At savna ta heilt stóru fjøldina, megnaði Samba Touré úr Mali heldur ikki.

Heilt vist eitt mistak at loyva honum at spæla á størsta pallinum í prime time. Einstáttaði afrikanski tónleikurin megnaði ongantíð at kynda eld í teir heldur fáu áhoyrarnar, sum vóru á sandinum. Fjósið hevði verið eitt meira hóskandi stað fyri hann.

Og so koma vit til Fjósið, sum í fleiri ár hevur virkað sum tann hugnaligi “triði pallur” á G! Festivalinum.

Í ár – hvussu er tað fyrsta kvøldið – var hetta henda serliga konserthøllin uppstiga til meginpall.

Og tað var eitt mistak.

Tríggjar konsertir vóru í Fjósinum hetta hóskvøldið. Markantar konsertir við Ragnari Finsson, Elinborg og Silvurdrongi – hesin seinasti hevði enntá útgávukonsert.

Óivað hava tey, sum fingu pláss í fjósinum havt eina góða løtu her.

Trupulleikin er bara tann, at tað er rættiliga avmarkað hvussu nógv fólk tað er pláss fyri í hesum gamla fjósi.

[object Object]Marianna Winther og Ragnar Finsson

[object Object]Elinborg

Klaustrofobiskt kiks

Og tí miseydnaðist hetta fullkomuliga í gjárkvøldið. Ikki tí at tað hevur verið nakað galið við framførslunum, men tí at har var ikki pláss fyri øllum, sum ynsktu at uppliva framførslurnar.

Hoyrdi dømi um fólk, sum vóru høvdu lagt sær leiðina yvir í Fjósið 20 minuttir áðrenn Silvurdrongur skuldi framføra, fyri at tryggja sær pláss. Tá var longu stúgvandi fult harinni.

Slíkt ber ikki til.

Sjálvur lukkaðist mær at fáa pláss í fjósinum í góðari tíð undan konsertini við Elinborg. Men væl áðrenn tónleikurin byrjaði – og tá var troðkanin ikki eingang byrjað – tók ein klaustrofobisk kensla at bylgjast í barminum. Eg skimaðist eftir eini neyðútgongd, men fann onga, fekk ikki ró í kroppin aftur, og valdi at troðka meg út gjøgnum hurðaopið aftur fyri at lata øðrum fáa mítt pláss.

Fullkomiliga miseydnað eftir mínari meining.

Tað ber ikki til at skipa fyri einum tiltaki, har ein so stórur partur av teimum, sum hava goldið atgongumerki ikki hava møguleika fyri at hoyra. Tað er at halda fólki fyri gjøldur, og tí eigur hetta ikki at endurtakast.

Hetta var líka so miseydnað, sum tað árið, tá ein stovukonsert við Eivør onkrastaðni í Syðrugøtu við plássi fyri kanska 20-25 fólkum var ein partur av almennu skránni hjá G! festivalinum. Slíkt ber ikki til, og má gerast betur til næstu ferð.

Hugni og vánalig vesiviðurskifti

Tá tað er sagt, so var fyrsti dagur á G! væl eydnaður. Festivaløkið gerst alsamt hugnaligari á hvørjum ári. Á hesum øki stendur ongin føroyskur festivalur ella annað tónleikatiltak G! kurl. Maturin er góður og forkunnugur, og skeinkistaðini eru nógv og fjølbroytt.

Vesiviðurskiftini eru tó eins vánalig sum tey plaga. Tveir vognar við 8 ella 10 kummum í hvørjum er ikki nóg gott til ein festival við fleiri túsund fólkum. Undarligt at G! eftir meira enn 20 árum ikki hevur fingið hetta upp á pláss enn.

[object Object]

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder