Nýggjur íbúðabygningur á Toftum, sum er ætlaður til ein búfelagsskap, varð reistur týsdagin.
Í 2022 gjørdu Nes kommuna og Bústaðir rammuavtalu um eitt øki oman fyri kommunuskrivstovuna á Toftum. Avtalað varð, at Nes kommuna gjørdi økið byggibúgvið og síðan seldi tað til Bústaðir, sum síðan skuldu byggja íbúðir, sum Almannaverkið síðan fer at leiga til íbúgvar, sum eru fevndir av teirra tænastum.
Í summar varð sáttmáli undirskrivaður millum Bústaðir og Byggivirkið KBH um bygging av íbúðarbygningi í trimum hæddum við 18 íbúðum.
Íbúðirnar verða umleið 50 fermetur. Aftur at íbúðunum verða felagshølir, starvsfólkarúm, goymsla, tøknirúm vm.
Aftan fyri bygningin verður gjørt eitt elevatortorn, trappur, svalagongd og stuðlamúrur við hegni. Frammanfyri bygningin verður altan, terrassa og parkering.
Byggivirkið KBH hevur ábyrgdina av verkætlanini sum heildararbeiðstakari. Farið varð av álvara undir byggingina í heyst, og týsdagin lítil móttøka á kommunuskrivstovuni í sambandi við, at íbúðarlonin varð reist.
Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, sum umsitur Bústaðir, var við til móttøkuna eins og onnur umboð fyri Bústaðir, Almannaverkið, KBH og aðrar undirveitarar.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, greiddi frá upprunaligu tilgongdini hjá Nes kommunu í samband við at útvega grundøkið. Vegna býráðið í Nes kommunu takkaði hann fyri góða samstarvið við Almannaverkið og Bústaðir til tess at fáa gond á hesa alneyðugu verkætlan.
Helgi Johannesen, stjóri í KBH, upplýsti í síni røðu, at verkætlanin gongur væl og verður væntandi liðug á sumri 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald