Uttanlands

Íbúgvar í París atkvøða fyri at banna leigu av elrennihjólum

Sunnudagin var fólkaatkvøða í franska høvuðsstaðnum, men færri enn átta prosent av teimum, sum høvdu valrætt, luttóku

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-04 19:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin var fólkaatkvøða í franska høvuðsstaðnum París um, hvørt tað framvegis skuldi vera loyvt at leiga elrennihjól í býnum ella ikki, og ein stórur meiriluti av atkvøðunum vóru fyri at banna leigu av elrennihjólunum.

Av teimum 1,38 milliónunum, sum høvdu valrætt luttóku bert góð 103.000 fólk á fólkaatkvøðuni – færri enn átta prosent – men nærum 90 prosent av teimum atkvøddu fyri banninum, skrivar BBC.

Tað eru deildar meiningar um málið. Tey, ið ynskja at banna elrennihjólini, vísa á, at fólk brúka tey á gongubreytunum, hóast hetta ikki er loyvt, eru sera óumhugsin, tá tey seta tey frá sær eftir brúk, umframt at tey hava elvt til fleiri óhapp og vanlukkur í ferðsluni.

Onnur halda hinvegin, at elrennihjólini eru eitt frálíkt og umhvørvisvinarligt alternativ til bilar og almennu flutningsmøguleikarnar.

Úrslitið av fólkaatkvøðuni merkir tó ikki, at elrennihjól yvirhøvur ikki verða loyvd í býnum. Fólkaatkvøðan snúði seg bert um leigu av elrennihjólum og ikki um elrennihjól, sum eru ogn hjá privatfólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder