Uttanlands

Íbúgvar í París skulu atkvøða um elrennihjól

2. apríl verður fólkaatkvøða í franska høvuðsstaðnum um, hvørt tað skal vera loyvt at leiga elrennihjól í býnum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-01-16 14:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey hava elvt til nógv kjak bæði herheima og aðrastaðni, og í vár verða elrennihjól evnið á fólkaatkvøðu í franska høvuðsstaðnum París.

Tá skulu íbúgvar í París atkvøða um, hvørt tað framvegis skal vera loyvt at leiga elrennihjól í býnum ella ikki.

Anne Hidalgo, borgarstjóri í París, sigur sambært The Guardian, at tað eru deildar meiningar um málið. Sjálv hellir hon mest til at banna elrennihjólini, men vil meirilutin hava, at tey skulu vera loyvd, fer hon at virða tað, sigur hon.

Tey, ið ynskja at banna elrennihjólini, vísa á, at fólk brúka tey á gongubreytunum, hóast hetta ikki er loyvt, og eru sera óumhugsin, tá tey seta tey frá sær eftir brúk.

Onnur halda hinvegin, at elrennihjólini eru eitt frálíkt og umhvørvisvinarligt alternativ til bilar og almennu flutningsmøguleikarnar.

Fólkaatkvøðan, sum eftir ætlan verður 2. apríl, snýr seg bert um leigu av elrennihjólum, og eru elrennihjól, sum eru ogn hjá privatfólki ikki ein trupulleiki, sigur Anne Hidalgo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder