Uttanlands

Íbúgvar í Suðurlibanon sleppa ikki heim

Tað er vandamikið hjá fólki at fara heimaftur til býir í Suðurlibanon, sigur ísraelski herurin

Nabatieh, Libanon (Mynd: EPA)

Nabatieh, Libanon (Mynd: EPA)

2024-11-29 10:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Burturriknir íbúgvar í fleiri býum í sunnara parti av Libanon sleppa ikki heimaftur, sigur talsfólk hjá ísraelska herinum.

Talan er um býirnir Shebaa, Hebbariyeh, Marjayoun, Arnoun, Yahmor, Qantara, Shaqra, Baraashit, Yater og Mansouri, sum allir liggja nær við markið til Ísrael, skrivar Ritzau.

Sambært ísraelska herinum, seta íbúgvar seg sjálvar í vanda við at venda aftur til hesar býir. Forboðið er galdandi, inntil herurin kemur við aðrari fráboðan.

Náttina til mikudagin kom vápnahvíld í gildi millum Ísrael og Hizbollah-rørsluna í Libanon, men bæði Ísrael og Hizbollah boðaðu í gjár frá, at vápnahvíldin var brotin.

Vápnahvíldin inniber m.a., at Ísrael skal taka herdeildir sínar úr Suðurlibanon, og 5.000 herfólk úr Libanon verða sett inn í økið. Eisini skal Hizbollah-rørslan taka síni fólk úr økinum sunnan fyri Litani-ánna, sum liggur umleið 30 kilometrar frá markinum til Ísrael.

Ísraelski herurin segði í gjár, at "persónar undir illgruna" - summir í akførum - komu til fleiri øki í sunnara parti av Libanon, og at tað var brot á vápnahvíldina. Ísraelski herurin segði seg hava skotið ávaringarskot móti teimum.

Úr Libanon varð tó sagt, at Ísrael hevði brotið vápnahvíldina við at skjóta eftir sivilfólki, sum vóru á veg heim í sunnara parti av landinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder