Innanlands

Íbúgvaratalið í Sandavági farið upp um 1000 fólk

9. september búðu 1003 borgarar í Sandavági, og so nógv hava ongantíð áður búð í bygdini

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2022-09-10 16:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nógv nýtt er bygt í Sandavági seinastu 20 árini eftir at Vágatunnilin lat upp, har ein nýggjur býlingur er komin norðuri í Sørpum, og ongantíð hava so nógv fólk búð í Sandavági, sum tað ger í dag, skrivar Vága kommuna í tíðindaskrivi.

Fólkatalið í Sandavági er pr. 9. september farið upp um 1000 borgarar.

Í juli 2022 búðu 2.177 fólk í Vága kommunu, um telur bygdirnar Vatnsoyrar, Miðvág og Sandavág, og er fimt størsta kommunan í landinum.

Lægsta íbúgvaratalið í Sandavági í nýggjari tíð var í 1997, tá tað búðu 662 fólk í Sandavági. Síðan tá hevur verið ein javnur fólkavøkstur fram til 2008, tá íbúgvaratalið kom upp á 800 borgarar.

Uppá 10 ár – frá 2008 og fram til 2018 – vaks fólkatalið við 100 fólkum, og kom tá uppá 900 fólk. Men seinastu fýra árini er vøksturin frá 2018 til 2022 eisini vaksin við gott 100 borgarum, soleiðis at pr. 9. september 2022 er talið komið uppá 1003 borgarar, skrivar Vága kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder