
Tað bæði sæst og merkist, tá 16 fólk fara út í Hest at umvæla og merkja gøturnar í oynni í sambandi við átakið Closed for Maintenance. Íbúgvaratalið tvífaldast og miðalaldurin lækkar munandi.
Closed for Maintenance er aftur opið fyri útlendingum og við í toyminum í Hesti eru ferðafólk úr Canada, Týsklandi, Bretlandi og Danmark. Afturat teimum eru eisini nakrir raskir føroyingar, sum hava tikið nakrar dagar úr kalendaranum fyri at fríðka um í oynni.
Staðbundna nevndin í Hesti ynskir, at gøturnar í oynni verða viðlíkahildnar. Í hesum umfarinum fara tey sjálvbodnu í samráði við tey staðkendu at umvæla og merkja gøturnar Niðan á Snið, Út á Hæl og Út á Skarð.
Tað er Visit Faroe Islands saman við kommunum og kunningarstovum, sum skipa fyri átøkum kring landið. Í Tórshavnar kommunu eru ikki færri enn tvær verkætlanir komandi dagarnar. Umframt viðlíkahald og uppmerking av gøtunum í Hesti, er eisini eitt toymi í Nólsoy, sum fer at viðlíkahalda gøtuna út á Borðuna.
Borgarstjórin leitaði sær oman á trappuna í Vágsbotni at heilsa uppá toymið, áðrenn tey fóru út í Hest. Norðlýsið siglir tey sjálvbodnu út í oynna og fer eisini at virka sum gistingarhús, meðan tey eru í Hesti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald