Uttanlands

Ida hevur kravt 26 mannalív í Lousiana

Tropiska ódnin var nummar fimm á listanum yvir harðastu ódnirnar, ið hava rakt USA

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-09-09 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

26 fólk eru deyð í amerikanska statinum Louisiana eftir at tropiska ódnin við navninum Ida herjaði suðurstrond USA herfyri.

11 nýggir deyðstilburðir eru skrásettir í býnum New Orleans frá mánadegnum 30. august til mánadagin í hesi vikuni, upplýsa heilsumyndugleikarnir fyri AP tíðindastovuni.

Níggju av tilburðunum hendu orsaka av ógvusligum hita eftir ódnina. Streymveitingin fór í New Orleans, og tí bar ikki til at køla íbúðirnar, og tí doyðu níggju fólk í aldrinum 64 til 69 ár. Hini bæði doyðu av kolsúrniseitran.

Ódnin rakti statirnar Lousiana og Mississippi við ógvusligari megi næstseinasta sunnudag. Tíggju dagar seinni arbeiddu tey framvegis í New Orleans at fáa streymveitingina í rættlag aftur.

Framvegis eru tað fleiri hundraðtúsund fólk, sum enn ikki hava fingið ljósið aftur, og eisini eru eini 50.000 fólk við ongari vatnveiting. Meira enn 250.000 skúlanæmingar sleppa enn ikki í skúla, skrivar AP.

Aðra staðni fram við vesturstrond USA, eitt nú í New York og New Jersey, verður boðað frá, at minst 50 fólk eru deyð eftir at Ida hevur herjað.

Sambært The Guardian er ein nýggj tropisk ódn, nevnd Mindy, við at mennast í landnyðringspartinum av Meksikoflógvanum. Hetta er 13. ódnin higartil í summar.

Ida var nummar fimm á listanum yvir harðastu ódnirnar, sum nakrantíð hava rakt USA, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder