Innanlands

Ídnaðarøkið á Borðoyavík seinkað nakað afturat

Ætlanin var at fáa arbeiðið liðugt í síðsta mánað, men tað eydnaðist ikki

2022-04-22 07:32 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Atli S. Justinussen, virkandi borgarstjóri, sigur, at arbeiðið við at útvega m.a. vinnuøkir á Borðoyarvík dregur út. Hetta er sjálvsagt harmiligt, tí hetta er ein sera týdningarmikil verkætlan og ein stór íløga hjá kommununi.

Øll vinnuøkini á suðurendanum av ídnaðarøkinum eru umbiðin, skrivar Klaksvíkark ommuna á heimasíðuni.

- Talan er um ein stóra verkætlan, tí ídnaðarøkið er við útbyggingini blivin gott 21.000 fermetrar til víddar. Hetta er ein íløga, sum avgjørt stuðlar undir framtíðar menningina hjá vinnufyritøkum, umframt at borgarar koma at hava góða atgongd til grót og annað tilfar, sum kommunan útvegar. Tí hevur tað stóra týdning fyri býráðið, at verkætlanin er heilt liðug, tá ið hon verður handað.

- Ætlanin var annars at fáa arbeiðið liðugt í síðsta mánað, men økið er ov smalt í mun til uppruna ætlanina. Verkætlanin er sostatt ikki liðug og tískil ikki klár at handa kommununi, sigur Atli S. Justinussen, sum leggur afturat at samskift verður við arbeiðstakaran um, hvussu arbeiðið kann fremjast í mun til uppruna ætlanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder