Í gjár endaði EM-luttøkan hjá føroyska hondbóltslandsliðnum, og skuldu túsundatals hondbóltsfjepparar eftir ætlan flúgva beinleiðis heim úr Berlin í dag, men veðrið órógvar tíverri flogferðsluna, og sleppa allir tí ikki heimaftur í dag.
Eitt flogfar, sum fór úr Berlin fyrrapartin, mátti millumlenda í Bergen, og sleppa ferðafólkini ikki heimaftur fyrr enn í morgin. Eitt annað flogfar, sum skuldi flúgva úr Berlin í kvøld, sleppur heldur ikki heim, og fáa ferðafólkini í boði at gista í Berlin í nátt, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri hjá Atlantsflogi við útvarpið á middegi.
– So hava vit trý flogfør, sum vit vóna koma úr Berlin til Føroya í dag, og har er onkur seinking, sigur hon.
Eitt flogfar, sum skuldi koma klokkan 15.15, er nú útsett til 20.05, og hini bæði úr týska høvuðsstaðnum standa til at lenda klokkan ávikavist 20.40 og 22.35.
Skíggjamynd (Atlantic.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald