Í gjár varð uppskotið um at lækka næmingatalið í fólkaskúlanum til triðju viðgerð í Løgtinginum. Tað snúði seg um at fáa tað frá í mesta lagi 24 til í mesta lagi 22 næmingar.
Hetta var full semja um í samgonguni Í mentanarnevndini varð eitt broytingaruppgerð gjørt millum aðru og triðju viðgerð, sum minnilutin og meirilutin stóðu saman um og mæltu til at samtykkja.
- Fyri meg hevur tað stóran týdning, at vit fingu eina fulla semju um at lækka næmingatalið. Seinni í ár fara vit at gera aðrar broytingar, sum skulu skapa betri trivnað hjá bæði børnum og vaksnum, umframt at betra úrtøkuna hjá tí einstaka næminginum, sigur Djóni N. Joensen, landsstýrismaður, í viðmerking.
Broytingin hevur við sær, at meira tíð verður til einstaka næmingin, skrivar Javnaðarflokkurin. Fólkaflokkurin, sum hevur fólkaskúlalæraran Bárð á Lakjuni í mentanarnevndini, skrivar, at vónandi og væntandi verður hetta føroyska fólkaskúlanum at frama. Lógarbroytingin fer eisini at betra um umstøðurnar hjá bæði lærara og næmingi – og tess vegna hjá skúlanum øllum.
Broytingin kemur í gildi til skúlaárið 2025-26, tá byrjað verður við 1. flokki og síðani endaliga sett í gildi eftir níggju árum. Í ávísum førum kann skúlaleiðarin avgera ikki at býta flokkin í tveir flokkur, um næmingatalið fer upp um 22, skrivar
bumr.fo.
Djóni Nolsøe Joensen, barna- og útbúgvingarmálaráðharri fegnast um, at uppskotið er komið í gjøgnum. Ymiskt annað er eisini á veg (Mynd: bumr.fo)
Harvið letur uppskotið fyri møguleikanum, at lærari og leiðsla á skúlunum kunnu seta inn við eini tvílæraraskipan. Hetta heldur enn at býta ein flokk í tvey, hóast hann skuldi farið uppum 22 næmingar. Tað er nakað, ið Lærarafelagið eisini hevur ynskt.
Fyrsta ynski,og fyrsta uppskotið, hvat næmingatalið viðvíkur, var 20. Nú fer tað skjótt at eita 22.
Heimasíðan hjá Barna- og Útbúgvingarmálaráðnum skrivaði í gjárkvøldið, at arbeitt verður nú víðari við at fyrireika uppskot um lægri undirvísingatímatal um vikuna, tvílæraraskipan og broytt tíma- og lærugreinabýti. Uppskot um hesar broytingarnar verða ætlandi lagdar fyri Løgtingið í komandi tingsetu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald