Innanlands

Ikki full undirtøka fyri Suðuroyartunli

Tey flestu halda tó, at tunnilin eigur at koma upp í Skúvoy, um hann kemur. Tað kemur fram í Spyr.fo-kanning sum er gjørd fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti

Skúvoy (Savnsmynd)

Skúvoy (Savnsmynd)

2023-11-12 08:10 Author image
Blaðið Vikuskifti
placeholder

Føroyski veljarin er ikki so sannførdur um, at ein Suðuroyartunnil er so gott eitt hugskot.

Tað er einans 18 prosent, sum halda, at farast skal undir at bora tunnilin til Suðuroyar sum skjótast. Nógv tey flestu, 54 prosent, halda, at tunnilin einans skalt gera um vit vita, at tað er fíggjarliga ráðiligt. Meðan tað eru 22 prosent sum halda, at tunnilin ikki skal gerast.

Tað vísir ein veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Blaðið Vikuskifti. Spurningurin ljóðaði: “Hvat heldur tú um Suðuroyartunnilin.

[object Object]

Um vit hyggja eftir politiskum tilknýti, so kann lesast í tølunum, at tað er í Javnaðarflokkinum, at vit finna tann lutfalsliga størsta partin av veljarum, sum heldur at farast skal undir tunnilin sum skjótast.

Meðan vit finna lutfalsliga størst mótstøðu móti tunnilsætlanini millum veljararnar hjá Miðflokkinum og Framsókn.

Landafrøðiliga eru ikki teir stóru munirnir. Suðringar og sandoyingar eru mest jaligir móti tunnilsætlanini, meðan tey mest neiligu og ivandi eru í Eysturoy. Millum kynini er ikki tann heilt stóri munurin. Menninir eru tó meira jaligir fyri tunnlinum, meðan kvinnurnar eru tey mest ivandi.

Síggj øll úrslitini frá kanningini ókeypis í Blaðnum Vikuskifti her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder